Mentan

Blátt Gras við nýggjari útgávu

Fríggjadagin 2. november kemur bólkurin Blátt Gras við nýggjari tónleikaútgávu

2018-10-26 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 2. november kemur bólkurin Blátt Gras við nýggjari tónleikaútgávu. Teir hava verið í USA í Crossroads studio, North Carolina og tikið upp. Har var eisini fyrra fløgan, Ávegis, sum kom út í 2014, tikin upp. Heitið á nýggju fløguni er Framvegis, og á henni eru 11 sangir.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Serliga er tað íblásturin frá „bluegrass“, sum upprunaliga kom úr amerikansku suðurstatunum, og so akkustiska ljóðmyndin við ljóðførum sum mandolin, violin, banjo, dobro og munnhørpu. 

Fleiri av løgunum á fyrru fløguni hava verið nógv at hoyrt í okkara útvarpsrásum. Í 2015 vann lagið „There is room at the table“, FMA tónleikavirðisløn sum „ársins sangur“ innan fólka-, country- og blues tónleik.

Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.

Í samband við útgávuna vera hesar konsertir:   

Fríggjakvøldið 2/11 í Frelsunarherinum í Vági

Leygarkvøldið 3/11 í Reinsarínum í Tórshavn

Fríggjakvøldið 9/11 í Libanon í Sørvági

Mánakvøldið 12/11 í Kelduni í Skálafirði

Fløgan verður til keyps í sølustøðum kring landið og eisini á útgávukonsertunum.  Seinni fæst hon á nettænastum sum Spotify, Itunes o.ø.

- Blátt Gras

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder