
Ein útlendskur maður var í gjár framstillaður í rættinum fyri at hava framt fleiri lógarbrot.
Kravið hjá løgregluni var varðhaldsfongsling og útvísing, men rætturin avgjørdi at leyslata mannin, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.
Talan er um ein eysturevropeiskan mann í 30unum, sum kom til Føroya í fjør í arbeiðsørindum.
Maðurin er skuldsettur í einum máli um harðskap og seks ella sjey málum um stuldur. Talan er tó ikki um nakað álvarsamt.
Sum skilst hevur maðurin onkur persónlig sambond í Føroyum, og tað kann hava havt ávirkan á avgerðina hjá rættinum.
Rætting 8. august kl. 11.37: Fyrr varð sagt, at rætturin avgjørdi, at maðurin ikki skuldi vísast av landinum, men Ákæruvaldið hevur greitt frá, at spurningurin um útvísing ikki er viðgjørdur enn, og var tað varðhaldsfongsling, sum rætturin skuldi taka støðu til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald