Í dag vitjar amerikanski uttanríkismálaráðharrin Antony Blinken í Kina, har hann skal hitta kinesiska uttanríkismálaráðharran, Qin Gang.
Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð í fimm ár, at ein amerikanskur uttanríkismálaráðharri vitjar í Kina.
Seinastu tíðina hava viðurskiftini millum USA og Kina verið rættiliga køld, m.a. orsakað av málinum um kinesisku ballónina, sum varð skotin niður yvir USA í februar. Sambært USA var talan um eina ballón, sum varð brúkt til njósning, men hesum hevur Kina víst aftur.
Høvuðsendamálið hjá Blinken er, sambært embætisfólkum, at fáa eitt opið og varandi samskifti millum londini og at tryggja, at kappingin millum USA og Kina ikki gerst eitt stríð.
Blinken verður í Kina fram til mánadagin, og skal hann møguliga eisini hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Vónin er, at vitjanin hjá Blinken kann slóða fyri, at fíggjar- og handilsmálaráðharrar hjá USA eisini fara at vitja í Kina ein av komandi mánaðunum, og at tað í síðsta enda fer at bera til at skipa fyri fundi millum Joe Biden og Xi Jinping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald