Uttanlands

Blinken og Xi hittast

Hetta kann síggjast sum eitt tekin um, at vitjanin hjá amerikanska uttanríkismálaráðharranum gongur væl, skrivar amerikanskur miðil

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken og kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: Getty Images)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken og kinesiski forsetin, Xi Jinping (Mynd: Getty Images)

2023-06-19 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, sum er á vitjan í Kina, hevur í dag hitt kinesiska forsetan, Xi Jinping í Beijing.

Hetta er fyrstu ferð síðan 2018, ein amerikanskur uttanríkismálaráðharri hittir ein kinesiskan leiðara, skrivar Reuters.

Áðrenn ferðina hjá Blinken var tað ikki váttað, at hann skuldi hitta kinesiska forsetan, og kann hetta tí síggjast sum eitt tekin um, at vitjan hansara, sum byrjaði í gjár, higartil hevur gingið væl, skrivar ameirkanski miðilin CNBC.

Blinken hevur m.a. hitt kinesiska uttanríkismálaráðharran Qin Gong og diplomatin Wang Yi, og kunnu fundirnir væntandi slóða fyri, at Xi Jinping og amerikanski forsetin, Joe Biden kunnu hittast í november.

Vitjanin hjá Blinken í Kina endar í dag.

Les eisini: Skulu hittast aftur í Washington

Dagførd kl. 10.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder