
Songkvinnan Elinborg hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við komandi heildarútgávu síni, og í dag gevur hon út fyrsta staklagið, sum ber heitið 'Blóð'.
Lagið ber brá av longsli; hvussu hann ein misti, tó er til staðar í náttúrunar andadrotti og ikki minst innan í einum sjálvum.
– Eg havi arbeitt saman við Per L. Højgaard Petersen, ið hevur framleitt lagið, og eisini komandi útgávuna. Umframt tað, havi eg eisini fingið listarligt input frá nógvum dugnaligum fólkum rundan um meg, greiðir Elinborg frá.
– Tað er ein sera góð kensla, aftur at útgeva tónleik, og eg gleði meg sera nógv, at vísa fólki, hvat eg havi arbeitt uppá hesi seinastu árini.
Í løtuni fyrireikar Elinborg seg, saman við sínum bólki Heðin Ziska Davidsen og Jan Rúna Poulsen, at fara á konsertferð saman við Eivør og Asgeir í September. Hetta er ein stór konsertferð runt í Stórabretlandi og Evropa, har tey spæla heili 31 konsertir.
Hoyr nýggja staklagið hjá Elinborg niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald