Innanlands

Blokkur í tunnil fyri tingið í dag

Sambandsflokkurin mælir til at seta 850 milliónir í Pf. Suðuroyartunnilin komandi árini í staðin fyri at niðurlaga blokkin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-10-19 10:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á tingfundinum í dag skal løgtingið hava fyrstu viðgerðini av uppskotinum frá Sambandsflokkinum um at seta ætlaðu lækkingina av ríkisveitingini hjá samgonguni sum partapening í Pf. Suðuroyartunnilin.

Tala er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at “fyrireika  og leggja fram lógaruppskot um  flyting av  teirri ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til Pf. Suðuroyartunnil við tí endamáli at tryggja eina so stóra eginfígging sum til ber av byggiverkætlanini at gera ein suðuroyartunnil”.

Uppskotsstillararnir mæla til, at tær fyrstu 25 milliónir krónurnar verða sett í felagið í ár, síðan 50 milliónir í 2024, 75 milliónir í 2025 og síðan 100 milliónir í sjey ár fram til 2032, tilsamans 850 milliónir krónur.

Rúsdrekkalógin til 3. viðgerð

Fyrsta mál á tingfundinum í dag, sum byrjar nú klokkan 11, er triðja og endaliga viðgerðin av ætlaðu broytingini í rúsdrekkalógini um at loyva bryggjaríum og brennaríum at selja egnan sterkan løg.

Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð týsdagin við 18 atkvøðum fyri og sjey ímóti. Samgongutinglimurin Henrik Old úr Javnaðarflokkinum atkvøddi ímóti. Samgongan fekk stuðul frá trimum andstøðulimum, Bárði á Steig Nielsen, Eyðdis Hartmann Niclasen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.

Hinir tinglimirnir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu ímóti saman við Fólkaflokkinum og Miðflokkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder