
Havnar Klubbi skipar í kvøld fyri blúskvøldi. Uni Debes og Terji Krossteig fara at spæla egin blús løg í snotiligu hølunum á ovastu hædd í Klubbanum klokkan 22.
Uni Debess er blivin ímyndin av føroyskum bluestónleiki. Hann hevur spælt í fleiri bluesbólkum og vann á sinni Prix Føroyar við bólkinum GoGo Blues.
Hann hevur givið fitt av tónleiki út, og hóast hann onkuntíð er farin eitt sindur fólkatónleikaravegin, hevur hann ongantíð heilt slept bluestónleikinum, sum hann hevur verið so framúr góður til at tulka. Uni Debess ger góð løg og góðar sangir, og lagt er upp til blues av besta slagi, tá ið Uni spælir.
Terji Krossteig spælir og syngur blús á føroyskum. Hann hevur tríggjar blús útgávur at sær á danska blús plátufelagnum Straight Shooter Records og eisuni eina DMA nominering í 2017 við fløguni “Útisetablús” ið var tilnevnd “Årets blues album”.
Tað er ókeypis atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald