Týski bilframleiðarin BMW hevur afturkallað umleið 324.000 dieselbilar í Evropa, skrivar týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung.
Kringvarpið skrivar, at enn er ikki greitt, um bilar seldir í Føroyum verða kallaðir á verkstað. BMW-bilarnir í Føroyum koma úr Danmark, og enn eru bilar í Danmark ikki kallaðir inn á verkstað.
Trupulleikin kemur møguliga av einum luti í útstoytinum á bilinum, og tað skal kannast og møguliga skiftast út, sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar, sum umboðar BMW í Føroyum, við Kringvarpið. Vanliga mannagongdin er, at um okkurt brek er við nýggjum bilum, verða teir kallaðir innaftur eftir einari fastari mannagongd og umvældir ókeypis.
Verkstaðsleiðari á Nordcar, Valbjørn Mittelstein, sigur við Kringvarpið, at tey í slíkum førum fáa boð úr Danmark, um okkurt brek er við BMW-bilum, men at eingin slík boð eru komin enn.
Bara í Týsklandi skulu 93.000 BMW-bilar á verkstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald