Uttanlands

Hert eftirlit í Kastrup elvir til langar bíðirøðir

Hert eftirlit á flogvøllinum í Kastrup hevur elvt til langar bíðirøðir bæði í gjár og í dag. Mælt verður til at møta upp í góðari tíð.

(Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

2026-10-23 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Floghavnin í Kastrup hevur hert trygdareftirlitið, og tað hevur givið langa bíðitíð og stórar bíðirøðir í gjár og í dag. Hetta skrivar Danmarks Radio.

Flogvøllurin sigur, at ferðafólk skulu rokna við longri bíðitíð komandi vikurnar. Trygdareftirlitið er tí opið alt samdøgrið um vikuskiftið.

[object Object](Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

Herda trygdareftirlitið kemur eftir, at danska Trafikstyrelsen hevur havt eftirlit við flogvøllinum og álagt honum at herða trygdareftirlitið. Enn er ikki greitt hví.

Nógvir føroyingar ferðast umvegis floghavnina í Kastrup, og mælt verður til at møta upp tveir tímar undan fráferð.

[object Object](Mynd: Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder