112 ára gamli bretin, Bob Weighton, er nú alment heimsins elsti maður. Tað váttaði Guinness World Records týsdagin.
Í dag er Bob Weighton 112 ár og fýra dagar gamal, og er sostatt elstur av øllum núverandi monnum í heiminum.
Undan honum var heimsins elsti japanski Chitetsu Watanabe, sum doyði 23. februar, 112 ár og 355 dagar gamal.
Orsaka av serligu tiltøkunum um frástøðu í Bretlandi var ikki møguleiki at handa Bob Weighton heiðursskjalið á 112 ára føðingardegnum. Hann stóð á svalanum heima hjá sær sjálvum og kundi síggja skjalið, skrivar Ritzau.
- Eg eri ikki nøgdur við heiðurin, tí tað merkir, at ein annar er deyður. Hetta er ikki nakað, eg havi strembað eftir, tað er bert veruleikin í lívinum, segði hann sambært The Guardian.
Tað er kent, at kvinnur liva longri enn menn. Heimsins elsta kvinna, er japanska Kane Tanaka, sum fylti 117 ár í januar.
Metið sum heimsins elsti maður nakrantíð eigur japanska Jiroemon Kimura, sum doyði í juni 2013 116 ár og 54 dagar gamal.
Bob Weighton varð føddur 29. mars 1908 í Kingston-Upon-Hill í Yorkshire. Hann er útbúgvin verkfrøðingur, og flutti til Taiwan fyri at vera lærari á einum bíbliuskúla.
Í 1937 giftist hann Agnes. Tey fingu trý børn saman. Tilsamans hevur Bob Weighton 10 abbabørn og 25 langabbabørn.
Elsta menniskja nakrantíð var franska Jeanne Louise Calment, sum doyði 4. august 1997 122 ár og 164 dagar gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald