2023-06-17 12:37
Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í nøkrum egningarskúrum í Klaksvík.
Talan var um stóran eld, men sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk skjótt sløkt eldin, áðrenn hann náddi at breiða seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Fráboðanin kom stutt fyri klokkan hálvgum fimm. Hvør orsøkin var til eldin er ikki greitt, men tað skal kannast, verður upplýst av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald