Tað eydnaðist ikki Martini Dirch Brodersen at finna kærleikan í "Gift við fyrsta eygnabrá", sum seinastu vikurnar hevur verið sendur í donskum sjónvarpi.
Kortini er boðklivin hjá Martini á tremur við romantiskum tilboðum. Tað sigur hann við Danmarks Radio nú sendirøðini er av.
Hann verður spurdur um, hann hevur funnið kærleikan síðani upptøkurnar vórðu gjørdar.
- Nei, men tað eru nógv, sum hava vent sær til mín. Faktiskt er tað rættiliga óvæntað at tað eru so nógv tilboð. Helst eru nógvar sum hugsa, "nú er hann kendur", og so vilja tær á date, heldur Martin Dirch Brodersen.
Talan er um romantisk tilboð, men eisini eru pør, sum hava vent sær til hansara og givið honum sympati.
Hann greiðir tó frá, at hann tekur tað róligt og tekur ein dag í senn.
- Eg havi ikki angrað, at eg luttók, og við allari sympatiini, eg havi fingið eftir at hendingin við nevanum í borðið er send, eri eg komin betri ígjøgnum enn eg hevði roknað við, sigur Martin Dirch Brodersen, sum er úr Danmark, men sum búði í Havn í nógv ár.
Les eisini: Eydnaðist ikki Martini at finna kærleikan
(Mynd: DR)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald