2018-10-22 20:37
Í morgin klokkan 15 hevur Tórshavnar kommuna bókaframløgu í Listaskálanum. Løgd verður fram nýggja bókin, ”Gróður í Havn”, sum Uni Arge hevur skrivað. Bókin lýsir m.a. søguna hjá viðarlundini í Gundadali og mongum øðrum grønum blettum í býnum.
Tórshavnar kommuna var undangongukommuna á plantingarøkinum og setti fyrstu ferð fastan býargartnara í starv í 1982. Áhugin fyri gróðurseting í býnum er tó eldri enn so, og longu seinna helming av 19. øld royndi kommunan at gróðurseta eina viðarlund.
Tættir úr gróðrarsøguni verða lagdir fram í sambandi við tiltakið týsdagin. Á skránni er eisini sangur og ein gongutúrur í viðarlundini, har leiðarin á Skógrøktini, Michael Jacobæus, greiðir frá. Øll fáa eina plantu heim við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald