Mentan

Bókaframløgu um ættarsambandið við Nólsoyar Páll

Hóskvøldið verður bókaframløga í Løkshøll

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2018-10-25 08:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóskvøldið verður bókaframløga í Løkshøll, har bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" verður løgd fram, nú dagførd útgáva er prentað.

Bókin fevnir um eina rúgvu av fólki, sum hava røtur aftur til Nólsoyar Páll, og er talan um nógvar familjur úr øllum Føroyum, skrivar Runavíkar kommuna. Ein navnalisti ger bókina sera lætta at finna runt í.

Til bókaframløguna verða ymiskar framløgur. Zakarias Wang greiðir um framleiðsluna av bókini, Tórbjørn Jaconsen fortelur um skiparan Nólsoyar Páll, og Archibald Black hevur framløgu í orðum og løgum um Nólsoyar Páll.

Eisini verða nøkur ørindi av verkum Nólsoyar Pálss kvøðin á gólvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder