Mentan

Bókmentavirðislønir verða latnar í dag

Handanin av virðislønum M. A. Jacobsens og barnamentaheiðurslønum Tórshavnar býráðs verður í Müllers Pakkhúsi seinnapartin

Frá handanarhaldinum í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Frá handanarhaldinum í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-07 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag verða virðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar.

Tað hendir í Müllers Pakkhúsi klokkan 17. Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini fer at bjóða vælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri fer at handa virðislønirnar, sum eru.

  1. M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
  2. M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik
  3. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
  4. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

Framførslur verða við kvinnukórinum Silvitni, Sannu Bæk Hoydal og Jákup Tórgarð, sum spælir klaver.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder