Uttanlands

Bolivia skal velja nýggjan forseta í mai

Sambært nýggjari vallóg, kunnu valevni ikki stilla upp, um tey hava sitið í embætinum seinastu tvey valskeiðini, sostatt kann fyrrverandi forsetin, Evo Morales, ikki stilla upp

Fyrrverandi forsetin, Evo Morales, sum varð tvungin at leggja frá sær í november (Mynd: EPA)

Fyrrverandi forsetin, Evo Morales, sum varð tvungin at leggja frá sær í november (Mynd: EPA)

2020-01-04 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3. mai skal fólkið í Bolivia aftur á val, har ein nýggjur forseti og nýtt tjóðarting skal veljast. Tað upplýsir bolivianska valnevndin sambært Ritzau.

Hetta nýggja valið verður mett at vera avgerandi fyri at fáa politisku støðuna í landinum í rættlag aftur.

Ófriður hevur nevniliga verið í landinum, síðan umstrídda forsetavalið í oktober, tá táverandi forsetin, Evo Morales varð ákærdur fyri valsvik.

10. november boðaði Morales frá, at hann fór at útskriva nýval, men seinni sama dag boðaði hann frá, at hann legði frá sær.

Evo Morales, ið var forseti í Bolivia í næstan 14 ár, rýmdi til Meksiko, og í dag er hann staddur í Argentina, har hann og fleiri fyrrverandi limir í stýrinum hjá honum, hava fingið friðskjól.

Síðan Morales legði frá sær, hevur fyrrverandi andstøðupolitikarin, Jeanine Añez verið virkandi forseti.

Añez er næstforkvinna í bolivianska senatinum, og í november undirskrivaði hon eina nýggja vallóg fyri at taka landið eitt stig nærri nývalinum. Lógin ógildaði samstundis úrslitið av forsetavalinum í oktober og forðar valevnum í at stilla upp, um tey hava sitið við forsetaembætinum seinastu tvey valskeiðini. Sostatt kann Evo Morales ikki still upp aftur í mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder