Uttanlands

Bolsonaro koyrdur í fongsul

Fyrrverandi brasilski forsetin hevur seinastu mánaðirnar sitið í húsavarðhaldi og er m.a. funnin sekur í at leggja ætlanir um eitt kvett móti núverandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva

Jair Bolsonaro var forseti í Brasil frá 2019 til 2022 (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro var forseti í Brasil frá 2019 til 2022 (Mynd: EPA)

2025-11-22 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro er í dag farin í fongsul eftir at hava sitið í húsavarðhaldi í fleiir mánaðir, upplýsir ein av sakførarum hansara.

Tað er brasilski hægstarættardómarin, Alexandre de Moraes, sum hevur givið boð um, at hann skal fongslast, við tí grundgeving, at stórur vandi er fyri, at Bolsonaro fer at flýggja.

Bolsonaro skal sambært hægstarættardómaranum hava havt ætlanir um at luttaka í einum mótmæli, sum er fyriskipað av soni hansara í dag.

Tað var í september, at 70 ára gamli Bolsonaro varð funnin sekur í at hava lagt ætlanir um eitt kvett móti núverandif rosetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, eftir at Bolsonaro tapti seinasta forsetavalið í 2022. Dómurin var 27 ár og tríggjar mánaðir, men hann skuldi ikki inn at sita, fyrr enn møguleikarnir fyri at kæra vóru brúktir.

Tað er av trygdarávum, at Bolsonaro er koyrdur í fongsul, og ikki fyri, at hann kann byrja at sita dómin, upplýsir ein ónevnd kelda sambært Ritzau.

Í september vóru fýra av fimm fómarum í brasilska hægstarættinum vóru samdir um, at Bolsonaro var sekur.

Fyri at ein dómur hjá hægstarætti kann kærast, skulu vanliga í minsta lagi tveir dómarar vera ósamdir í dóminum, men ein sakførari hjá Bolsonaro upplýsir, at tey enn ikki eru liðug at kanna møguleikarnar fyri at kæra dómin.

Roynt verður eisini at forða fyri, at Bolsonaro skal inn at sita, og hava sakførarar hansara sent inn umbøn um at lata hann sita dómin í sínum egna heimi. Grundgevingin er, at heilsan hjá fyrrverandi forsetanum er viknað, og kann tað vera vandamikið hjá honum at sita í fongsli.

Bolsonaro hevur sitið í húsavarðhaldi síðan august og hevur síðani verið innlagdur á sjúkrahúsi trýggjar ferðir - tvær ferðir fyri at verða kannaður og eina ferð orsakað av bráðfeingis trupulleikum, sigur sakførarar hansara.

M.a. verður upplýst, at Bolsonaro hevur tørv á viðgerð fyri bruna fleiristaðni í kroppinum, og at hann hevur húðkrabba.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder