Umhvørvið kring Glade Hjørn í miðbýnum í Havn er ikki tað sama longur.
Svarti bygningurin í Sverrisgøtu, undir kondittarínum, mátti fyrrapartin lúta fyri býarmenningini. Tað er Húsavarðatænastan - byggivirkið HVT - sum eigur bygningin, og hevur aðrar ætlanir við økinum.
Upprunaliga var ætlanin at ætlanin eisini skuldi umfata Kondittaríið á sjálvum Glade Hjørn, men henda ætlan varð broytt í vár, tá Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin við varðveitslu í tonkunum.
Bygningurin, sum nú er rivin niður, er kendur sum bommvirkið hjá Frans Restorff, har kongabomm og annað søtmeti varð framleitt í síni tíð. Seinastu árini hevur verið skeinki- og matstovuvirksemi í bygninginum. Seinast skeinkistaðið Taboo.
Jens Kr. Vang gók myndirnar fyrrapartin
-
-
-
-
-
-
-
-
-
Eitt sermerkt við bygninginum, sum nú er rivin niður er, at tað vaks ein runnur úr skorsteinunum (Mynd: Jens Kr. Vang)
-
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald