2020-09-14 18:46
Nú eru 5.311 metrar boraðir av Sanoyartunlinum, sum verður 10.785 metrar til longdar.
Tunnilsfelagið sigur, at lekar framvegis ávirka arbeiðið, og at 61 metrar vóru boraðir í síðstu viku.
(Mynd: Estunlar.fo)
32 metrar vóru boraðir í Traðardali Sandoyarmegin, har tað nú eru boraðir í alt 2.776 metrar. Á Gomlurætt vóru 29 metrar boraðir, og har eru nú 2.535 metrar boraðir.
Í Traðardali var harumframt byrjað at bora tann fyrsta pumpubrunnin Sandoyarmegin. Streymoyarmegin vóru eisini 500 metrar av vegi í tunlinum gjørdir, sigur tunnilsfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald