2020-09-16 11:20
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mikukvøldið 30. september klokkan 19.30 verður borgarafundur í Nólsoy.
Á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna, sum arbeitt hevur verið við seinastu tvey árini. Eitt uppskot til ætlanina, sum er til hoyringar, kann lesast her.
Bústaðarbygging í Nólsoy verður eisini á skrá, og so verður greitt frá um brimverju og viðurskiftini á vøllinum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Nærri skrá og kunning um, hvar í bygdini fundurin verður hildin, kemur seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald