Til tess at stuðla borgarum, sum eru í sóttarhaldi, íverksetur Reyði Krossur nýggja sóttarhaldslinju í morgin 9. august. Hetta stendur at lesa á Facebook vanganum hjá Reyða Krossi.
Endamálið við sóttarhaldslinjuni er, at stuðla borgarum í sóttarhaldi og at gera tað meira atkomuligt hjá fólki, at fáa rætta vegleiðing ella víðari leiðbeining til rætta myndugleika.
Nýggja sóttarhaldslinjan hevur samstundis til endamáls at lætta um hjá heilsumyndugleikunum, sum í løtuni arbeiða undir stóra trýstinum, sum brádliga tók seg upp fyrst í august mánað.
Tað eru sjálvboðin hjá Reyða Krossi, sum svara uppringingunum, og sum síðani syrgja fyri, at rætta vegleiðingin verður givin.
Sóttarhaldslinjan hevur telefonnummar 1818, og svarar allar vikudagar frá kl. 10 til 15.
Nú koronasmittan ger um seg, tørvar Reyði Krossur sjálvboðin til Hjálparnetverkið. Øll eru hjartaliga vælkomin at bjóða seg fram við at senda ein t-post til redcross(at)redcross.fo ella við at skráseta seg á redcross.fo/gerst-sjalvbodin-i-hjalparnetverkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald