- Ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna nú kommunan ger tað lættari hjá borgarunum at verða kunnaði um lendisætlanir og býarskipanararbeiðið
Allar broytingar í byggisamtyktum liggja á torshavn.fo alt hoyringstíðarskeiðið. Alt tilfarið sæst eisini í Snarskivuni, í føroyskum miðlum og á Facebook verður kunngjørt hvørja ferð, ein byggisamtykt fer til hoyringar.
Til ber at síggja allar broytingarnar í byggisamtyktum HER
Trý tey ovastu uppskotini verða eisini at síggja í vikuskiftisbløðunum hjá Dimmu og Sosialinum. Hesi eru:
- Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri matr. nr. 1116a undir Gráasteini
- Nýggj serstøk byggisamtykt fyri íbúðarbygging undir Kongavarða
- Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 92a, 92b og 99, Kollafjørður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald