Francis X. Suarez, borgarstjóri í býnum Miami í amerikanska statinum Florida legst afturat republikanarum, sum ynskja at umboða flokkin á forsetavalinum í 2024.
Tað var mikudagin, at hann lat valnevndini neyðugu skjølini fyri at kunna stilla upp, og hósdagin varð valstríð hansara skotið ígongd.
Suarez er 45 ára gamal og hevur ættarbond til Kuba. Hann hevur verið borgarstjóri síðan november 2017 men er ikki kendur uttanfyri sunnara aprt av Florida.
Hann er triðja valevnið úr Florida. Hini bæði eru fyrrverandi forsetin Donald Trump, og núverandi guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, sum liggja greitt á odda í republikanska valstríðnum sambært veljarakanningum.
Suarez hevur verið atfinningarsamur móti bæði Trump og DeSantis. Á forsetavalinum í 2020 stuðlaði hann ikki Trump, og eisini fanst hann at koronapolitikkinum hjá DeSantis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald