2020-11-10 21:05

Bert ein listi stillaði upp hesaferð til bygdarráðsvalið í Hvalbiar kommunu.
Janus Thomsen, ið hevur sitið sum borgarstjóri seinastu fýra árini, fekk nógv besta valið hesaferð.
Hann varð fyrstvaldur á listanum við 107 atkvøðum.
Hini valdu eru Ronni Hammer, Thorstein Thomsen, Niels Olaf Eyvindsson, Eir J. Norðberg, Gunnhild Mortensen og Marin í Nesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald