Tað var sum á ólavsøku í miðbýnum leygardagin, tá nýggja Havnará alment varð latin upp og tikin í nýtslu. Borgarstjórin segði, at hetta var ein av størstu døgum hjá honum, at áin nú endiliga rann aftur á Vaglinum.
Her er røðan, Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt á Vaglinum.
- Góðu havnarfólk, føroyingar og gestir. Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin higar á Vaglið í dag, nú vit lata fyrsta byggistig av einum nýggjum býarrúmi upp, sum fer at verða okkum øllum til hugna og stóra gleði.
Hetta er ein stórur og gleðiligur dagur fyri okkum øll og fyri Havnina.
Hugnaligt at síggja tykkum øll her í dag. Takk til Havnar Hornorkestur fyri góðan horntónleik, sum altíð.
Poul F. yrkti um Havnina sum Føroyalands miðstøðu. Og tá ein stendur her við eini býráðsumsiting øðrumegin vegin, sum umboðar 42,5% av Føroya fólki, og okkara felags lóggávutingi hinumegin, so kennist hetta fyri mong sum heimsins nalvi.
Fyri heiðursborgaran William Heinesen var Havnin ikki bert høvuðsstaður í lítlum oyggjalandi; Havnin var sanniliga eisini miðdepilin í øllum heiminum! William skrivar:
“Her var tað, at sól og máni vístu seg á fyrsta sinni, her er staðurin, har nátt og dagur vórðu til, her valdar enn hitt suðandi frummyrkrið, haðani allir lutir komu og spruttu í fagran blóma.”
William Heinesen skrivar eisini einastaðni um, hvussu tað var her á Vaglinum fyri meira enn eini øld síðan:
“Á Áarvegnum gingu vit um summarið í eini gandaverð við tutlandi vatni og bleiktrandi leyvi, einum ævintýri av ripsrunnum, gullregni og royniviði...”
Andrias Ziska, sum var so góður við føðibýin Havnina, skrivar í bókini “Lív og vøkstur”, at “Tórshavn er staðurin, har fólk hugna sær, og vón tilflytaranna at fáa støðugt arbeiði”. Eg vil siga, at so er enn, har vit nú lata miðbýin í nýggjan hugnaligan og virkisglaðan ham. Tað leiðir tankarnar til okkara slagorð í Havn: Vakin og virkin - alt lívið!
Niels Finsens gøta var fyrsta gøta í Føroyum, sum hevði gongubreytir báðumegin. Navnið Vaglið sigst koma av, at her sótu ungdómar á gelendaranum framvið ánni, eins og hønur og hanar á einum vagli. Vaglið var savningarstaðið her í Havn.
Mong hava sæð hugnaligu ólavsøkumyndirnar av ánni við fýramannafarinum flótandi í hylinum – og ikki minni sjarmerandi og hugnaligar vóru vetrarmyndirnar av Vaglinum. Í løtuni hava vit framsýning av gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni hjá øllum at síggja.
Her niðanfyri Tinghúsvøllin var Stóridammur, har havnarfólk tóku drekkivatn. Niels Finsensgøta, sum nú er 120 ára gomul, var eyðkend við stóru trøunum, sum longu stóðu her, tá Havnará var opin millum kioskina og Tinghúsið.
Trøini aftanfyri gamla meinigheitshúsið frá 1896 – sum nú er býráðssalur – eru leivdir av gomlu urtagørðunum, sum vóru framvið gøtuna.
Á ólavsøku er fríggingarmyrkt, var gamalt at taka til. Og her, sum áin liggur, var í gomlum døgum ein smøl gøta, har tað helst hevur verið hugnaligt hjá ungum pørum at ganga í hálvaskýmingini, tí gøtan fekk ikki annað navn enn Kærlighedsstien.
Nøkur av størstu og vakrastu trøunum í landinum síggjast framvegis her í økinum og skapa ein fjálgan og livandi dám í miðbýnum.
Sjálvur gekk eg í skúla her, sum Ráðhúsið er í dag. Fyrsta skúlaárið lá áin opin her á Vaglinum. Eg minnist góðar løtur við skótunum – millum annað Tingakrossrennningina úr Tjørnuvík, sum endaði við stórari bálbrenning á Vaglinum.
Eg minnist tá áin rann úr Villingardali oman í Gundadal, oman gjøgnum Plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum oman á Vaglið framvið Tinghúsgarðinum og oman undir Kongabrúnna.
Sum fráleið gjørdist ógjørligt at halda ánna reina, og táverandi býráð løgdu dekk yvir Havnará í fleiri støðum. Tíðliga í fimtiárunum varð betondekk lagt á Havnará frá Vaglinum oman á Kongabrúnna.
Sohvørt fleiri hús vórðu bygd, fór áin undir heilt segði Heðin Mortensen og helt fram:
-Við visjónini fyri høvuðsstaðin varð hugskots- og prosjektkappingin fyri miðbýin hildin í 2014. Bæði kappingin og seinni Miðbýarætlanin frá 2016 arbeiða báðar fyri, at býurin gerst áhugaverdur og savnandi fyri øll og í øllum aldursbólkum.
Býarøkini skulu skapa møguleika fyri uppihaldi hjá føroyingum og ferðafólki, og tí skal Tórshavnar kommuna skapa karmar fyri einum náttúrligum samspæli millum hesi.
Eins og glæman frá kertuljósi hugfangar okkum, so er við áartutli. Við ánni verður ljóðmyndin her á Vaglinum aftur fylt við tónandi áartutli, sum bæði hugtekur og stillar sinnið sum mental og býarlig vælvera.
Hetta er tí ein stór løta fyri okkum. Hetta er fyribils endin á einum kjaki um miðbýin, sum hevur vart í meira enn hálva øld. Nú vit taka nýggju ánna í brúk er hetta eitt beinleiðis átak fyri at geva býnum enn eitt vakurt og hugnaligt býarrúm til okkum øll at njóta.
Tí í dag taka vit eitt stórt stig fram ímóti at gera Vaglið og alt býarrúmið kring Vaglið aftur til meginsavningarstaðið í býnum.
Eg kenni meg sannførdan um, at vit øll eru góð við okkara bý, og saman fegnast vit um øll tiltøk, sum skapa trivnað og hugna í býnum - og tískil røkja og fara vit væl um tað, vit eiga felags.
Her hava arkitektar, verkfrøðingar og politikkarar valt at lata gera eina á, sum rennir gullrein úr sparikassatúninum oman til Rasmus, sum helst eisini fegnast um nýggja útsýnið.
Eg kann nevna, at áin er umleið 110 metrar long, breiddin er úr 2,3 metrum upp í 3,5 metrar. Dýbdin er úr umleið 10 cm upp í 40 cm.
Vatnið spríkir út úr dysum og áin hevur filtur eins og hon er tryggjað móti yvirfloti. Tað tekur bert lítla løtu at tøma og fylla ánna aftur. Okkara dugnaliga Reinhald kemur at umsita og røkja ánna.
Sáttmáli um nýggju ánna var undirskrivaður við J&K Petersen tann 4. juli í fjør. Eg skal her nýta høvið at takka stjóranum Sigtóri Petersen og hansara fólki fyri gott arbeiði. Ein serlig tøkk til Hilbert Elison, prosjektleiðara, fyri avbera gott samstarv.
Zeta Arkitektar og Melcon Verkfrøðingar hava verið ráðgevandi í hesi verkætlan. Grótið er alt skorið á Føroya Grótvirki í Skopun, og eg fari at takka Høgna Tausen og toyminum hjá grótvirkinum fyri eitt framúr flott avrik. Blikksmiðjan hevur verið undirveitari hjá teimum.
Gartnaraarbeiðið er gjørt av Pf. Havanum, Vøgg Debess hevur gjørt gelendaran, sum líkist akkurát gamla gelendaranum, sum gav Vaglinum navn. Og elarbeiðið er gjørt av Install.
ByggiConsult hevur havt verkætlanarleiðsluna fyri Tórshavnar kommunu. Og takk til okkara egnu umsiting, sum eisini hava verið við til at ment hesa verkætlan.
Tað er Brandur Patursson og Tróndur, sum hevur listprýtt ánna við glasi, ljósi og gróti. Tilsamans eru tólv standmyndir úr glasi, sum myndlistarliga taka støði í trappuni á Perlugrundini.
Vit eru sera errin av tí arbeiði, sum er gjørt her. Hetta er føroyskt handverk av besta slag, alt gjørt við nærlagni og eldhuga. Her verður trivnaður – kioskin á Vaglinum, kioskin hjá Astu, hevur fingið luft og nýggja reyðbókin blómar og vit fegnast.
Eg fegnist eisini um, at tað hevur borið til at framt hesa verkætlan við nærum fullari semju í býráðnum, og at løgtingið eisini hevur stuðlað fíggjarliga. Fyri løgtingshúsið gevur áin saman við tinghúsvøllinum annars eina náttúruvakra framsíðu mitt í høvuðsstaðnum.
Hjartaliga takk øll somul, sum hava gjørt hesa ætlan møguliga. Takk til íbúgvarnar í miðbýnum fyri ómetaligt tolni í sambandi við arbeiðið. Og enn einaferð: Takk fyri einastandandi gott føroyskt handverk.
Hetta er eisini ein av størstu døgunum hjá mær at uppliva, at Havnará letur upp aftur. Latið okkum ynskja okkum øllum somlum hjartaliga til lukku við Havnará.
Tøkk fái Havnin og fólkið, her býr. Takk fyri og hjartaliga tillukku, segði Heðin Mortensen, borgarsjtóri, at enda.
Myndir: Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald