Bretski forsætisráðharrin, konservativi Boris Johnson, roynir í dag at verja sítt sæti á dagsins tjóðartingsvali.
Sjálvur var Boris Johnson í dag í Medhodist Central Hall, sum er valstaðið nærhendis Downing Street, fyri at seta sínn kross.
Við sær hevði hann hundin Dylan, sum næstan fekk meira uppmerksemi frá teimum nógvu mndafólkunum, enn forsætisráðharrin sjálvur.
Valstøðini eru opin til klokkan 22 í kvøld.
Kanska hevur Boris Johnson ikki so nógv at óttast, tí seinastu veljarakanningin – tann hjá blaðnum The Times – gevur konservativa flokkinum 339 av teimum 650 plássunum í undirhúsinum.
Á seinasta vali fingu tey konservativu 317 atkvøður.
Johnson gjørdist floksformaður og forsætisráðharri í summar, tá Theresa May legði frá sær, og lyfti hansara hevur alla tíðina verið at fáa bretar úr ES. Men eins og undangongukvinnan, so hevur hann ásannað, at tað er lættari sagt enn gjørt.
Tað er hálvtfjórða ár síðan, at bretar á fólkaatkvøðu søgdu nei til ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald