2020-04-06 20:32
Bretski forsætisráðharrin Boris Johnson er fluttur á eina intensiva deild, nú hansara koronavisu-sjúkueyðkenni eru blivin verri.
Hann varð innlagdur á sjúkrahús í gjárkvøldið eftir at hava havt staðfest covid-19 í tíggju dagar. Hetta varð gjørt fyri at vísa varðsemi, men í dag er støðan blivin verri, og hann er tí fluttur á intensivu deild á sjúkrahúsinum, ljóða boðini úr Downing Street.
Boris Johnson hevur síðani hann gjørdist sjúkur arbeitt hemanifrá, men hevur nú biðið Dominic Raab, uttanríkisráðharra, loysa hann av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald