Uttanlands

Boris Johnson klárur at fara aftur til arbeiðis

Mánadagin, tvær vikur eftir, hann varð útskrivaður, fer bretski forsætisráðharrin aftur til arbeiðis

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2020-04-26 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er nú 14 dagar síðani, bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, varð útskrivaður frá sjúkrahúsinum, og mánadagin fer hann til arbeiðis aftur. Tað váttar talsfólk hjá honum sambært Ritzau.

Eftir áheitan frá læknunum hevur Boris Johnson seinastu vikurnar tikið tað róligt. Tað var 27. mars, at tað kom fram, at bretski forsætisráðharrin hevði fingið staðfest koronasmittuna. At byrja við hevði hann mild sjúkueyðkenni og røkti arbeiði sítt heimanifrá. Fyrst í apríl fekk hann tað brádlga verri og endaði á intensivu deild.

Seinastu vikurnar hevur uttanríkismálaráðharrin, Dominic Raab verið virkandi stjórnarleiðari, men í morgin fer 55 ára gamli Boris Johnson aftur til arbeiðis.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University hevur Stórabretland skrásett 149.569 tilburðir og 20.381 andlát. 774 eru skásett frísk aftur.

Um allan heimin hava 2,9 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna, og talið á andlátum liggur beint omanfyri 203.000. 822.760 fólk eru staðfest frísk aftur.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder