Fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Bretlandi og borgarstjóri í London, Boris Johnson, er undir trýsti at biðja um umbering fyri hansara viðmerkingar til kvinnur í ganga í burka.
Boris Johnson skrivaði í vikuni eina tíðargrein í The Independent, har hann viðgjørdi burkabannið, sum Danmark hevur sett í gildi. Í tíðargreinini samanbar hann kvinnur, sum velja at ganga í burka, við postkassar og bankaránsmenn, skrivar CNN.
Nú hava Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, og Brandon Lewis, formaður í Konservativa flokkinum har Boris Johnson er limur, kravt at hann biður um umbering.
Enn hevur Boris Johnson ikki biðið um umbering fyri sínar viðmerkingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald