Í januar fara bólkar við børnum úr dagstovnaøkinum í Suðuroynni at vitja hvørja viku á ellis- og røktarheiminum Hamragarði í Vági, á Eldrasambýlinum í Vági, á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og á Eldrasambýlinum í Hvalba. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.
Kommunan lýsir endamálið við ætlanini at millum annað vera at skapa øktan trivna fyri tey eldru, men fyri børnini fer hetta eisini at skapa relatiónir til eldri fólk, læra tey um umsorgan og tað at ”man kann verða okkur fyri ein annan”. Meiningin er eisini, at børnini og tey eldru kunnu stimbra hvønn annan - millum annað málsliga.
Komandi summar verður skipanin eftirmett. Ætlanin er tó, at vitjanarvinir verður ein fast skipan frá august 2020, tá nýggir bólkar eisini verða gjørdir.
Líknandi skipnaðir hava eydnaðst væl í øðrum londum. Millum annað hevur tað verið nógv nýtt í Niðurlondum, har tað hevur verið børnum og eldri til frama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald