Innanlands

Børn kunnu seta bommini í hálsin

Jelly Strip verður afturkallað, tí at bommini hava ein konsistens, sum ger, at øktur vandi er fyri at børn kunnu seta bommini í hálsin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2023-10-28 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti góðgætinum Jelly Strip, sum er selt í føroyskum handlum.

Orsøkin er, at góðgætið, sum inniheldur tilsetingarevnini E407, E410 og E415 verða afturkallað er, at bommini hava ein konsistens, sum ger, at øktur vandi er fyri at børn kunnu seta bommini í hálsin.

– Hesi tilsetingarevni gera, at bommi kann seta seg fast í svølgið og smábørn kunnu tí vera í øktum vanda fyri at seta bommini í hálsin og kvalast, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Mælt verður til, at borgarin beinir vøruna burtur ella letur hana aftur, haðani hon er keypt.

Vørn, sum verður afturkallað:

Jelly Strip (Jelly rør) fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 200 g
Best fyri: Øll dato
EAN-strikukota 4710298221051

Jelly Strip (Jelly rør) fleiri fruktsmakkir
Nettovekt: 300 g
Best fyri: Øll dato
EAN-strikukota: 54710298221129

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder