Mentan

Børn skulu ikki hava heilar víndrúvur

Lítil børn kunnu kvalast, um tey fáa heilar víndrúvur í munnin

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-17 19:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska Camilla Muus Andersen misti tvey ára gamla son sín fyri fýra mánaðum síðani, og ávarar nú smábarnaforeldur móti at geva børnum sínum víndrúvur.

Heima hjá ommuni og abbanum hevði lítli sonur hennara, Damian, fingið víndrúvur, og tað var ein av teimum, ið setti seg fasta í hálsinum á honum.

Lítli drongurin fekk ikki andað í meira enn 45 minuttir, og tríggjar dagar seinni, varð staðfest, at hann var deyður. Heilin hjá honum hevði verið uttan ilt so leingi, at eingin fekk bjargað honum, skrivar TV2.

Camilla Muus Andersen legði eina mynd á Facebook við einari vegleiðing til, hvussu víndrúvur skulu skerast, so onnur foreldur ikki skulu enda í sama støðu sum hon.

Fleiri enn 12.000 fólk hava deilt myndina.

Men sambært serfrøðingum eru tað ikki bara víndrúvur, sum kunnu vera vandamiklar fyri lítil børn.

Mælt verður eisini frá at geva børnum undir trý ár heilar nøtur, petti av ráari gularót, ella poppkorn, tí vandi er fyri, at tey ikki fáa svølgt tað ordiligt, og so er vandi fyri, at tey verða kvald.

Serliga víndrúvur eru vandamiklar, tí tær ikki upploysast, men halda formin rættiliga leingi, og tær gerast heldur ikki bleytari, um man skolar tær í vatni fyrst.

Fyri heilt lítil børn kann skalið á víndrúvuni eisini vera vandamikið, og tí verður viðmælt at skera víndrúvur sundur í fýra, taka steinarnar út og eisini skalið av, annars skulu børn ikki hava tær.

Mælt verður eisini til bert at geva børnum vistfrøðiligar víndrúvur, av tí at víndrúvur eru millum tær fruktirnar, ið innihalda mest týningarevni, meðan visfrøðiligar víndrúvur, sambært kanningum, ikki innihalda týningarevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder