Latið vera við at brúka skíggja meðan etið verður, undir bróstføðing og beint áðrenn tú lettur teg. Og børn undir 13 ár eiga ikki at sleppa at vera einsamøll á internetinum.
Soleiðis ljóða skíggjaráðini frá norsku stjórnini. Í dag løgdu Lene Vågslid, barna- og familjuráðkvinna og Jan Christian Vestre, heilsu- og umsorganarráðharri fram tey endaligu skíggjaráðini hjá norsku stjórnini, eftir at tey hava verið úti til almenna hoyring.
Jan Christian Vestre segði undir framløguni í dag, at hann hevur hoyrt ræðuligar søgur um, hvat børn verða útsett fyri á netinum, og tí er tað av týdningi, at børn ikki fáa atgongd til netið, uttan undir eftirliti.
- Hetta er ein av stóru sosialu avbjóðingunum hjá okkum. Vit mugu ikki lata tøknifyritøkur og teirra algoritmur yvirtaka gerandisdagin hjá okkara børnum, segði Lene Vågslid.
Almennu norsku skíggjaráðini til børn og ung viðvíkjandi skíggjanýtslu verða nú hesi:
- Børn undir 2 ár skulu ikki brúka skíggjar. Og vaksin, sum eru saman við teimum, skulu avmarka teirra skíggjanýtslu
- Børn millum 2 og 5 ár eiga í mesta lagi brúka 0,5-1 tíma um dagin í frítíðini, helst minni.
- Børn millum 6 og 12 ár eiga í mesta lagið brúka 1-1,5 tíma um dagin í frítðiðini, helst minni.
Ungdómur millum 13 og 18 ár eiga í mesta lagið at brúka 1,5-3 tímar um dagin í frítíðini, helst minni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald