Fyrr í mánaðinum løgdu fimm dreingir úr Dagstovninum við Velbastaðvegin í Havn leiðina framvið ráðhúsinum og handaðu Elsu Berg, borgarstjóra í Tórshavnar kommunueitt skriv við einum stórum ynski – graslíki á vøllin.
– Ein grúsvøllur er uttanfyri dagstovnin, men sum børnini so skilagott greiddi frá, so dáma tey so sera væl at sparka á vøllinum, men fáa so ilt, tá ið tey detta. Tað er einki stuttligt. Tí fer kommunan nú at kanna møguleikan fyri at fáa hetta broytt, skrivar kommunan á heimasíðuna.
– Børnini lótu annars sera væl at garðinum og trívast væl. “Tað er stuttligt at reiggja og spæla við okkara vinir”.
![]()
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald