Í farnu viku var Heystfagnaður á Eiði, og í hesum sambandi vórðu tríggir mans skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Tað var klokkan hálvgum fýra sunnumorgunin, at løgreglan fekk boð um, at fyriskiparar høvdu afturhildið einum manni, sum vísti harðligan atburð, og tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at tað vóru tríggjar mans, sum høvdu verið í bardaga.
Teir fáa eina bót á 3.000 krónur í part, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Tann eini varð tikin við á støðina, meðan hinir báðir vórðu skuldsettir á staðnum.
Sama morgun varð ein bilførari eisini tikin fyri at koyra ávirkaður. Hetta var klokkan átta í Havn.
Bilførarin er skuldsettur bæði fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra ávirkaður av øðrum rúsandi evnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald