Innanlands

Bót fyri herverk á skeinkistaði í Havn

Ein persónur hevði oyðilagt tríggjar ølkranar, og umframt bótina verður eisini eitt møguligt endurgjaldskrav, sigur løgreglan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-14 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um herverk, sum varð framt mánakvøldið.

Tað var Glitnir í Havn, sum boðaði frá, at onkur hevði oyðilagt tríggjar ølkranar inni hjá teimum.

Við hjálp frá vakmyndatóli fann løgreglan fram til, hvør tað var.

Tað vísti seg at vera ein útlendingur, sum arbeiddi umborð á einum útlendskum skipi, sum lá við bryggju í Havn. Løgreglan fór umborð og handtók mannin, og hann fekk eina sonevnda straksbót á 3.000 krónur, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Mett verður, at skaðin kostar 6.000 krónur, og verður eisini eitt møguligt endurgjaldskrav. Hvussu tað verður avgreitt, veit vaktleiðarin ikki at siga, men løgreglan veit hvør hann er, og hvar hann býr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder