Innanlands

Bøtur í hópatali skrivaðar í Suðuroy

Tilsamans 33 bilførarar fingu bót frá ferðslupolitinum í gjár

2023-09-19 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan fekk úr at gera við at skriva út bøtur, tá kanningar av bilum vórðu gjørdar í Suðuroy í gjár.

Fyrst vórðu kanningar gjørdar á Tvøroyri, har 50 bilar vórðu støðgaðir. Her vórðu átta bilførarar skuldsettir fyri lógarbrot. Tað snúði seg um lyktafeilir í fimm førum, um slitin dekk í tveimum førum og um manglandi koyrikort í tveimum førum.

Uppaftur fleiri bøtur vórðu skrivaðar út, tá ferðsluløgreglan gjørdi líknandi kanning í Vági seinni í gjár.

Her vórðu 80 bilar støðgaðir og kannaðir, og ikki færri enn 25 mál vórðu skrivað upp.

Hesi snúðu seg um lyktafeilir í 13 førum, um slitin dekk í fimm førum, um koyring uttan at brúka trygdarbelti í tveimum førum, í einum føri var talan um barn, sum var ov lítið til at sita í vanligum trygdarbelti uttan pútu, í tveimum førum varð tosað í fartelefon undir koyring, og í trimum førum hevði bilførarin ikki koyrikortið við sær.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder