Nú boðað verður frá nógvum vindi nýggjársaftan hevur tað verið tosað um at framskunda nøkur nýggjárshald kring landið.
Men sambært nýggju kunngerðini um fýrverk er ikki loyvt at skjóta fyrr enn 31. desember. Michael Boolsen, fúti, segði við útvarpið á døgurða, at løgreglan ikki ætlar sær at gera undantak. Ikki uttan, at politiska skipanin ger broytingar í kunngerðini.
Kunngerðin kom í gildi 1. januar 2024 og hon sigur, at tað bara er loyvt at skjóta fýrverk frá 31. desember til 2. januar. Serligt loyvi kann fáast til eitt nú brúdleyp og annað, men tað er ikki ætlað til breiðari tiltøk sum so, greiðir fútin frá.
Veðrið verður eftir øllum at døma væl frægari í kvøld, men skjýtur tú fýrverk í kvøld og løgreglan er í nánd, kann ein rokna við at fáa eina bót. Bótin liggur um 2000 krónur.
Til ber kortini at bíða til eftir midnátt. Tá hava vit 31. desember.
Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum umsitur mál um fýrverk, hevur sambært Kringvarpinum onga viðmerking um málið enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald