Løgmálaráðið: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur gjørt av at lata bráðfeingis neyðhjálp til Ísrael, Palestina og Afganistan.
Í seinastu viku tók vápnað stríð seg upp millum Ísrael og Hamas. Hetta hevur kravt nógv mannalív og hevur eisini havt við sær stórar humaniterar avleiðingar. Neyðhjálpin sum kemur frá Føroya Landsstýri verður latin saman við Reyða Krossi Føroya. Altjóða Reyði Krossur er virkið á báðum síðum í stríðnum og átekur sær ymiskar uppgávur, eitt nú sjúkraflutning og við at veita vatn, mat og streym til neyðstødd.
Um sama mundið sum stríðið tók seg upp í Miðeystri var ógvusligur jarðskjálvti í Afganistan. Reyði Krossur metir, at umleið 2.500 fólk hava latið lív, og upp aftur fleiri eru komin illa fyri av fyrsta jarðskjálvtanum og eftirskjálvtum seinastu dagarnar. Reyði Krossur og lokalu hálvmánafeløgini arbeiða nú við at bjarga fólki undan húsaleivdum og at veita mat, vatn, klæði og tak yvir høvdið til tey neyðstøddu.
Vavið á báðum kreppunum sær út til at vaksa, og tí letur landsstýrið saman við Reyða Krossi Føroya alt fyri eitt eina millión krónur til humanitera hjálp í Ísrael, Palestina og Afganistan.
Tilsamans verða 400.000 kr. latnar til humanitera hjálp í Ísrael, 400.000 til humanitera hjálp í Palestina og 200.000 til neyðhjálp í Afganistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald