Veðurlagið hitnar skjótari í arktiska økinum enn aðrastaðni á jørðini, og avleiðingar av veðurlagsbroytingum eru sera sjónligar í Grønlandi. Á grønlendska Veðurlagsgranskingarstovninum í Nuuk eru granskarar úr fleiri londum við at skráseta og greina árinini av upphitingini á vistfrøðina.
Á verkstovu fyri havgranskarar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi í farnu viku greiddi lívevnafrøðingurin Lorenz Meire frá síni gransking av ávirkanini av vatni frá bráðnandi jøklum, ið rennur út í grønlendsku firðirnar.
Á hvørjum sumri renna umleið túsund gigatons av feskvatni í havið frá jøklunum. Tað svarar til ein triðing av árligu feskvatnsnýtsluni í øllum heiminum. Hendan nøgdin fer at vaksa munandi komandi árini.
Ísvatn rennur í havið frá jøklum inni í landinum og frá jøklum við havið. Vatnið frá jøklum á landi rennur í havið sum ein gruggut á. Grýtið leggur seg á botnin og hevur við sær, at lívið í firðunum minkar. Vatnið, ið rennur frá jøklum við havið, elvir hinvegin til meldur í sjónum, sum leiðir føðsluevnir í stórum nøgdum upp frá havbotninum og skapar grundarlag fyri nógv øktum lívi í sjónum.
Sjógvurin í grønlendsku firðunum er hitnaður 1 til 2 stig seinastu árini.
Granskingarráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald