Innanlands

Brandstøðin í Havn fær nýggjan stigabil

Kostnaðurin verður smáar 6,5 milliónir

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-09-25 09:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal næsta ár, og tá skal hann til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. 

Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann gerast neyðugt í sambandi við sløkking. 

Landssjúkrahúsið varð klætt av nýggjum nýliga, nýggi klædningurin er umleið tríggjar metrar hægri enn fyrrverandi. Hetta ger, at stigabilurin ikki røkkur uppá takið, har rýmingarleiðir eru. 

Vísast kann eisini á fleiri íbúðarblokkar, sum eru bygdir, t.d. Heimasta Horn og undir Kongavarða, har tað avgjørt er ein fyrimunur við longri stigabili fyri at røkka. 

Ein nýggjur og størri stigabilur er tí neyðugur, fyri at kommunala tilbúgvingin er før fyri at røkja sínar uppgávur, tá talan er um eld/óhapp í sambandi við hægri bygningar. 

Stigabilurin má røkka 55 metrar og skal skal røkka einar 27 metrar til hvørja síðu. Trý tilboð eru komin inn uppá nýggjan stigabil. Avjørt er at taka av bíligasta tilboðnum, sum er frá Bronto Skylift. Kostnaðurin er smáar 6,5 miljónir. Tá nýggi stigabilurin er komin til landið, verður nú 19 ára gamli stigabilurin seldur. 

Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka av hesum tilboðið, og málið kemur fyri á býráðsfundi nú hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder