Uttanlands

Brasil: Stuðlar hjá Bolsonaro í húsavarðhald

Tíggju embætisfólk, sum hjálptu fyrrverandi brasilska forsetanum at leggja til rættis eina kvettroynd, skulu í húsavarðhald, hevur brasilski hægstirætturin avgjørt

Jair Bolsonaro, fyrrverandi forseti í Brasil (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro, fyrrverandi forseti í Brasil (Mynd: EPA)

2025-12-28 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíggju brasilsk embætisfólk, sum hjálptu fyrrverandi brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro við at leggja til rættis eina kvettroynd, skulu í húsavarðhald, hevur brasilski hægstirætturin avgjørt um vikuskiftið.

Embætisfólkini sleppa ikki at fáa vitjan, brúka sosialar miðlar ella at seta seg í samband við onnur, sum verða kannað. Eisini skulu tey lata inn pass og vápnaloyvi, sigur brasilska samveldisløgreglan.

Embætisfólkini vóru longu dømd men bíðaðu eftir avgerð í teirra kærumálum.

Upplýst verður, at fyrrverandi ráðgevin hjá Bolsonaro í altjóða málum, Filipe Garcia Martins, var ein av teimum, sum varð handtikin í gjár, upplýsir verji hansara sambært Ritzau.

Tað var í september, at Bolsonaro varð funnin sekur í at hava staðið á odda fyri eini kvettroynd, eftir at hann tapti forsetavalið móti Luiz Inácio Lula da Silva.

Sambært hægstarættinum eggjaði Bolsonaro til eitt álop á brasilska tjóðartingið, hægstarættin og forsetaborgini, eftir at mótstøðumaður hansara, Lula varð tikin í eið sum forseti í januar 2023.

Harumframt verður sagt, at Bolsonaro visti um ætlanir um at drepa Lula, Geraldo Alkmin varaforseta, og hæstarættardómaran Alexandre Moraes.

Bolsonaro hevur fingið ein 27 ára langan fongsulsdóm. Fyrrverandi brasilski forsetin hevur allatíð noktað seg sekan og sigur, at hann verður jagstraður av hægstarættinum.

Fleiri aðrir brasilskir ráðharrar og herleiðarar vórðu eisini dømdir í málinum í september.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder