Innanlands

Breið semja um at taka pengar frá alivinnuni

Sjáldsom semja: Samgongan saman við Sambandsflokkinum vil gera eina einfaldari skipan við bæði tøkugjaldi og serskatti

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 13 í dag var nakað so sjáldsamt í føroyskum politikki sum ein semja í einum stórpolitiskum máli tvørtur um samgongumark undirskrivað í Tinganesi.

Tað eru teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum hava gjørt semju við Sambandsflokkin hvussu tøkugjaldsskipanin frá alivinnuni skal síggja út í komandi árum.

Fleiri av teimum, sum vóru við til undirskrivingina høvdu hug at kalla hetta fyri stórhending, og onkur nevndi eisini, at hetta kanska kann gerast byrjanin til eina nýggja tíð í føroyskum politikki, har flokkarnir semjast um hvussu átroðkandi og alneyðug stórpolitisk mál skulu loysast politiskt.

[object Object]Hesi skrivaðu undir semjuna. Eyðdis Hartman Niclasen, Sambandsflokkurin, Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin, Erhard Joensen, Sambandsflokkurin, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Annika Olsen, Tjóðveldi, og Karlot Hergeirsson, Framsókn (Mynd: Sverri Egholm)

- Rímiligt og rættvíst gjald

Tað vóru limirnir hjá nevndu flokkum í løgtingsins vinnunevnd, sum skrivaðu undir semjuna saman við landsstýrismaninum við vinnumálum, Høgna Hoydal.

Skipanin verður kallað ein tvíliðað skipan, ið er sett saman av einum tøkugjaldi og so einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgunum.

Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5 prosentum og endar á 7,5 prosentum í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8 prosent av yvirskotinum hjá alifeløgunum.

Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímiligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.

Semjan sæst her

Galdandi til 2036

Ein slík semja er ikki løgfrøðiliga bindandi, men flokkarnir hava sett sær fyri, at halda seg til hesa skipanina so at hon ikki kann sigast upp fyrr enn í fyrsta lagið í 2032 fram til eitt komandi val, so sigast kann, at hon fer at halda fram til 2036, om ikki tað verður útskrivað nýval ímidlartíð.

Skipanin fær gildi komandi ársskifti – 1. januar 2025.

[object Object]
Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Semja í øllum flokkunum

Hóast tað eru vinnunevndarlimirnir, sum hava skrivað undir, og hóast at tildømis formaðurin í Sambandsflokkinum og forkvinnan í Framsókn ikki vóru til staðar, so vissaðu umboðini á tíðindafundinum um, at talan er um eina semju, ið er galdandi fyri allar tinglimirnar hjá flokkunum.

Endamálið við semjuni er at gera skipanina við tøkugjaldi meira einfalda og gjøgnumskygda, so vinnan í nógv størri mun veit, hvat hon skal rokna við, og harvið eisini hava møguleika fyri at gera langtíðar avtalur.

Felt uppskot var byrjanin

Á tíðindafundinum í dag kom fram, at núverandi semjan í vissan mun byggir á tað uppskotið, sum táverandi landsstýrismaður við vinnumálum, Magnus Rasmussen, arbeiddi við, men ikki kom á mál við.

Tað var í sambandi við, at Sambandsflokkurin í fjør legði eitt broytingaruppskot fyri løgtingið, sum eisini bygdi á uppskotið hjá fyrrverandi sambandstingmanninum, at tað gjørdist greitt fyri limum í vinnunevndini, at her møguliga var ein kjansur at arbeiða við at gera eina breiða semju.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fall í løgtinginum, men landsstýrismaðurin valdi at kalla flokkarnir til fyrireikandi fundar til tess at vita um møguleiki er fyri breiðari semju á hesum øki.

[object Object]
Erhard Joensen, formaður í løgtingsins vinnunevnd (Mynd: Sverri Egholm)

Realitetssamráðingar síðan í heyst

Í heyst fóru Sambandsflokkurin við í realitetssamráðingar, sum nú endaðu við, at ein semja varð undirskrivað.

Við nýggja uppskotinum verður tikið minni inn í tøkugjaldi. Teir sokallaðu tøkugjaldsstigarnir verða bert fýra í tali móti teimum núverandi níggju, og nú verður tøkugjaldið í høgsta lagið 7,5 prosent meðan tað í núgaldandi skipan kann koma heilt upp á 20 stig.

Fyri at kompensera fyri minkandi inntøkurnar hjá landskassanum í tøkugjaldi, kemur ístaðin tann tvíliðaða skipanin, soleiðis at alifeløgini afturat skulu gjalda ein eykaskatt á 8 prosent av skattskyldugu inntøkuni hjá felagnum av virkseminum, sum snýr seg um inntøkurnar av virkseminum frá smoltframleiðslu til sjógvaling og tøku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder