2022-02-01 16:28
Ein norskur dómstólur hevur avvíst umbønina hjá Anders Behring Breivik um at verða royndarleyslatin.
Breivik varð í 2012 dømdur fyri álopið í Oslo og hópdrápið á Utøya, sum kravdi 77 mannalív 22. juli 2011. Breivik fekk 21 ára fongsulsrevsing við møguleika fyri at verða royndarleyslatin eftir 10 ár – tað vil siga í ár.
Niðurstøðan hjá norska dómstólinum er tó, at Breivik framvegis er ein vandi fyri samfelagið, og eigur hann at verða verandi í fongslinum.
Verjin hjá Breivik sigur, sambært DR, at hann ætlar at kæra avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald