Uttanlands

Bretar fara at mangla mat, heilivág og brennievni

Ein kanning hjá bretsku stjórnini vísir, at eitt brexit uttan avtalu kann elva til stórar praktiskar trupulleikar

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-18 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska stjórnin væntar, at tað fer at elva til stórar praktiskar trupulleikar, um Bretland fer úr ES uttan avtalu 31. oktober.

Tað vísir úrslitið av einari innanhýsis kanning hjá bretsku stjórnini, sum miðilin Sunday Times hevur fingið hendur á.

Sambært kanningini, kann eitt sonevnt "hard brexit" elva til, at bretar koma at mangla bæði mat, heilivág og brennievni.

Eitt "hard brexit" merkir m.a., at eitt fast mark kemur millum Írland og Norðurírland, og tað er nakað, sum allir bretskir politikarar hava sagt, at tey vilja sleppa undan.

Orsøkin til veitingartrupulleikarnar verður, sambært kanningini, at 85 prosent av lastbilunum, sum flyta vørur til og úr Bretlandi yvir Ermarsundið "neyvan eru til reiðar" at koma gjøgnum franska tollin.

Tí væntar mann, at hetta kann elva til stórar seinkingar við tunlinum og í bretskum havnum.

Eisini stendur, at tað neyvan verður gjørligt at halda markið millum Írland og Norðurírland opið.

Bretska stjórnin sigur, sambært TV2, at kanningin ikki neyðturviliga lýsir tað, sum mann væntar fer at henda, men at talan bert er um nakrar møguligar framtíðarstøður, sum mann hevur hugleitt um í sambandi við fyrireikingarnar til Brexit, men sambært Sunday Times er hetta ikki rætt.

Sambært Sunday Times er tað týðiligt, at talan er um mest sannlíku avleiðingarnar av einum hørðum brexit, og at talan ikki er um eitt  "worst case scenario".

Boris Johnson, sum tók yvir forsetisráðharraembætið eftir Theresu May í juli, heldur fast við, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober við ella uttan avtalu.

Avtalan, sum Theresa May gjørdi við ES varð vrakað av bretsku stjórnini, og Boris Johnson hevur ta fatan, at samráðingarnar um eina skilnaðaravtalu skulu takast upp aftur, um bretar ikki skulu fara úr ES uttan avtalu.

Men ES hevur noktað at tikið samráðingarnar uppaftur. ES metir tað vera ógjørligt at fáa eina nýggja avtalu í lag, áðrenn Bretland skal fara úr felagsskapinum um gott tveir mánaðar. Tað hevur higartil heldur ikki eydnast Bretlandi at koma við einum nýggjum uppskoti til, hvussu mann kann halda markið millum Norðurírland og Írland opið, tá Bretland er farið úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder