Uttanlands

Ongland: Ein maður skuldsettur fyri 10 drápsroyndir

Hin persónurin, sum varð skuldsettur í málinum um kníválopið leygarkvøldið, er leyslatin aftur upplýsir bretska løgreglan

Kanningarfólk á tokstøðini í Huntingdon, har tokið varð steðgað leygarkvøldið (Mynd: EPA)

Kanningarfólk á tokstøðini í Huntingdon, har tokið varð steðgað leygarkvøldið (Mynd: EPA)

2025-11-03 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 32 ára gamal maður er skuldsettur fyri 11 drápsroyndir í sambandi við kníválopið á einum toki í Onglandi leygarkvøldið.

11 persónar vórðu innlagdir við løstum eftir álopið. Fimm eru útskrivaðir aftur, og ein er í lívsvanda, boðar bretska løgreglan frá.

Á tíðindafundi sunnudagin varð boðað frá, at hóast motivið var ógreitt, verður ikki mett, at talan var um yvirgang.

Ein annar persónur varð eisini handtikin og skuldsettur í málinum um vikuskiftið, men hann er síðani leyslatin aftur, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder