Uttanlands

Ísrael fingið trý lík afturat

Líkini eru av trimum herfólkum, m.a. einum ísraelsk-amerikanskum manni

Akfar hjá Reyða Krossi eftir deyðum gíslum í Gaza býi 15. oktober (Mynd: EPA)

Akfar hjá Reyða Krossi eftir deyðum gíslum í Gaza býi 15. oktober (Mynd: EPA)

2025-11-03 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið handaði Reyði Krossur Ísrael líkini av trimum gíslum afturat, og nú líkini eru kannað av ísraelskum rættarlæknum, er greitt, at talan er um trý ísrael herfólk.

Talan er m.a. um 21 ára gamla ísraelsk-amerikanska Omer Maxim Neutra, váttar amerikanski forsetin, Donald Trump.

Hini bæði herfólkini vóru ávikavist 19 og 40 ár, verður upplýst. Upplýst verður tó ikki, nær hesir gíslarnir eru deyðir.

Handanin av gíslum er ein liður í avtaluni um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, sum kom í gildi 10. oktober. Palestinska rørslan hevur latið teir 20 gíslarnar, sum vóru eftir á lívi í Gaza, leysar, men enn eru líkini av øllum deyðu gíslunum ikki komin afturíaftur.

Mett verður, sambært Ritzau, at líkini av átta gíslum framvegis eru í Gaza.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder