placeholder
Uttanlands

Bretland koppsetur nú við AstraZeneca heilivági

Bretar hava higartil koppsett fleiri fólk enn ES-londini tilsamans

Brian Pinker varð fyrstur at vera koppsettur við nýggja heilivágnum (Mynd: BBC)

Brian Pinker varð fyrstur at vera koppsettur við nýggja heilivágnum (Mynd: BBC)

2021-01-04 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretland fór í dag, sum fyrsta landið, í gongd við hópkoppseting við vaksinuni frá fyritøkuni AstraZeneca. Heilivágurin er mentur í samstarvi millum fyritøkuna og lærda háskúlan í Oxford.

Fyrsti at verða koppsettur var 82 ára gamli dialysu-sjúklingurin, Brian Pinker. Hann varð koppsettur á universitetssjúkrahúsinum í Oxford, skamt frá starvsstovuni, har vaksinan er ment.

Bretland góðkendi heilivágin beint fyri nýggjár.

Vaksinan frá AstraZeneca er nógv lættari at handfara enn vaksinan, sum frammanundan er á marknaðinum, tí hon krevur bert vanligt kuldaskáp, við hita millum tvey og átta stig, at goymast í. Vaksinan frá Pfizer-BioNTech skal goymast í 70 kuldastigum.

Ein skamtur kostar knapt tvey pund, svarandi til 16,40 krónur.

- Hetta er eitt framstig fyri bretska vísind. Longu í byrjanini sóu vit, at koppseting er einasti vegur út, sigur bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, við Sky News.

Bretland byrjaði at koppseta við Pfizer/BioNTech í desember, eftir at Bretland góðkendi heilivágin sum tað fyrsta landið. Nú eru yvir ein millión bretar koppsettir. Tað er meira enn ES-londini hava koppsett tilsamans.

Bretland hevur bílagt 100 milliónir skamtar frá Oxford-AstraZeneca.

ES hevur tryggjað sær 300 milliónir skamtar av vaksinuni fjá Oxford-AstraZeneca, 200 milliónir frá Pfizer/BioNTech og 80 milliónir frá Moderna.

Higartil er tað bert Pfizer/BioNTech-vaksinan, sum er góðkend í ES. USA og Kanada góðkendu koppsetingina frá Moderna undan jólum. Møguliga verður henda eisini góðkend í ES í hesi vikuni, skrivar AFP. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder