Innanlands

KvF fingið átalu frá Fjølmiðlanevndini

Stovnurin hevur ikki hildið góðan fjølmiðlasið í tíðindum á heimasíðuni um leiklutirnar hjá Dennisi Holm oi fíggjarnevnd løgtingsins og í áhugafelagsskapum í Vági

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-01 14:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fjølmiðlanevndin hevur gjørt úrskurð viðvíkjandi grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum 18. desember í fjør um leiklutirnar hjá Dennisi Holm í fíggjarnevnd løgtingsins og í áhugafelagsskapum í Vági.

Fjølmiðlanevndin metir, at Kringvarp Føroya ikki hevur hildið góðan fjølmiðlasið við at bera fram uppáhald um egin áhugamál í sambandi við sølu av ogn og um dupultan leiklut hjá kæraranum, uttan at biðja um viðmerking og uttan at geva kæraranum høvi at svara aftur skjótast til ber.

Fjølmiðlanevndin metir somuleiðis, at neyðugt samsvar ikki var millum yvirskrift og innihald í greinini á kvf.fo tann 18. desember 2025, og at rættingin, sum varð gjørd sama dag, ikki var nóg greið, serliga við atliti at álvarseminum í teimum uppáhaldum, sum eru førd fram.

Fjølmiðlanevndin hevur á hesum grundarlagi avgjørt at geva Kringvarpi Føroya eina átalu fyri søguna í Kringvarpi Føroya og á kvf.fo tann 18. desember 2025.

Øll niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder