Bretski innlendismálaráðharrin, Priti Patel hevur avgjørt, at WikiLeaks-stovnarin, Julian Assange, kann útflýggjast til USA.
Patel upplýsir, at bretskir dómstólar ikki hava funnið nakað grundarlag fyri, at ein útflýggjan til USA er í stríð við mannarættindini hjá Assange.
Tað var í vár, at ein bretskur dómstólur avgjørdi, at tað var upp til bretska innlendismálaráðharran at taka avgerðina um, hvørt Assange skuldi útflýggjast til USA.
Verjin hjá Assange hevur tvær vikur til at kæra avgerðina, og í gjár boðaði WikiLeaks frá, at avgerðin hjá Patel fór at verða kærd. Broytir tað ikki avgerðina, er ætlanin um at koyra málið fyri evropeiska mannarættindadómstólin í Strasbourg, skrivar Ritzau.
Verður Assange útflýggjaður til USA, kann hann fáa upp til 175 ára fongsulsrevsing fyri m.a. njósning og at hava likið loynilig skjøl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald